Pedagoghjálpara útbúgvingin byrjar í januar 2019

Tíðliga í vár mæltu kommunurnar í Suðuroynni landsstýrinum til at seta á stovn pedagoghjálparaútbúgving í Suðuroynni. Tilmælið varð gjørt um hetta fyri árum síðani. Landsstýriskvinnan í Mentamálum lá ikki longi á áheitanini, tí eftir fáar vikur varð bólkur settur at arbeiða við at stovnseta útbúgvingina, og nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um útbúgvingina.

Uppskotið um pedagoghjálpara útbúgvingina er sent til hoyringar og verður síðani lagt fyri Løgtingið.

Sambært uppskotinum skal tað bera til at taka útbúgvingina pedagoghjálpari í Suðuroynni frá januar 2019 og upptøkutreytirnar eru, at umsøkjarin hevur  í minsta lagi eitt árs útbúgving, ella eitt árs arbeiðsroyndir eftir 9. flokk, ella aðrar royndir, ið kunnu samanberast við tað.

Sum er, er heilsuhjálpara og heilsurøktara útbúgvingin á Heilsuskúlanum Føroya, sum er staðsettur í Suðuroynni, og nú verður so pedagoghjálpara útbúgving løgd afturat. Pedagoghjálpara útbúgvingin tekur tvey ár, umleið helvtin er skúlagongd og restin er starvsvenjing

Sambært uppskotinum, sum er sent til hoyringar, verður mett at pedagoghjálpara útbúgvingin fer at kosta landskassanum 1,5 millión næsta ár, umframt 650.000 í lestrarstuðuli til næmingar. 

Facebook viðmerkingar