Aftankvirra í Vágs kirkju fríggjakvøldið

Tíðindi

Hann er kendur sangari, og skjótt skal hann á pall við stórum orkestri við heiðurskonsert, fyri ongum minni enn Elvis Presley. Men nú fríggjakvøldið er skráin øðrvísi og huglagið eitt sindur meira róligt, tí tá vitjar Jens Lisberg í Vágs Kirkju og fer at syngja nøkur løg, umframt at áhoyrararnir sleppa við í felagssangi. 

Hesar aftankvirrunar, ið hava verið fyriskipaðar í Vágs Kirkju seinastu mongu árini, hava verið sera væl dámdar og nógv fólk hevur leita sær í kirkjuna til eina stilla løtu, umframt framførslu, sang og andakt, og tað verður eisini hesin leisturin til tiltakið fríggjakvøldið, ið byrjarar kl. 21.00
Umframt Jens Lisberg, so koma eisini tónleikarar at spæla undir við honum, og Sámal Midjord leiðari í frelsunarherinum kemur at virka við sum tónleikari og eisini hava eina stutta andakt.

Tiltakið er ókeypis og byrjar fríggjamorgunin kl. 21.00

Facebook viðmerkingar