Húsabjálving

Maskinførari til suðurøkið á Landsverki  

Landsverk søkir dugnaligan og álítandi maskinførara til Suðuroynna at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

  • viðlíkahald av landsvegum
  • vetrarhald
  • aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Førleikakrøv
Viðkomandi royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.

Sum persónur ert tú samstarvandi og arbeiðssamur, og vit vænta, at tú eisini ert dugnaligur og vælskipaður. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, men skalt eisini kunna arbeiða í einum toymi, sum ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast. 

Vit seta trygdina í hásæti, og tí er tað avgerðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

 

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Tín fasti arbeiðsstaður er í Øravík, og arbeiðsøkið fevnir um alla Suðuroynna. Tó kann tað koma fyri at tú skal loysa uppgávur aðra staðni í landinum.

Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði. Hetta ger seg serliga galdandi í vetrarhálvuni.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. januar 2017.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Asbjørn Mortensen, økisleiðara, á tlf. 290 900, teldupost: asbjorn@lv.fo.