Bank Nordik

Tiltøk hjá Rørslufelagnum Hvistan fyrra hálva 2017

Rørslufelagið Hvistan hevur sum endamál at fáa so nógv fólk – í øllum aldri – út at røra seg, tað verði seg renna, ganga, súkkla osv.


Slagorðið fyri 2017 hjá Hvistuni er SJÓNLIG RØRSLA, og við hesum í huga hevur nevndin gjørt eina skrá fyri fyrru hálvu av 2017, har felagið vitjar runt um í Suðuroynni við tiltøkum, umframt at felagið hevur skipaða venjing 4 ferðir um vikuna.

Mánadag og Tórsdag kl. 19:00 í Vági við Vilt-Húsið í Vági
Ónsdag og Fríggjadag kl. 17.00 í Trongisvági við Stórá.

Februar:
Leygardag 11. Februar kl. 11:00 Rørslutiltak í Porkeri
Byrjað verður við Húsið við Á

Leygardagin 25. Februar kl. 11:00 Rørslutiltak í Vági
Byrjað verður Tríkantin á Sandinum

Mars:
Leygardag 11. Mars VK-7 á Tvøroyri (Rennikapping saman við FÍF)
Leygardag 25. Mars kl. 11:00 Rørslutiltak í Hovi – gakk/renn runt Hovsegg

Apríl:
Leygardag 01.Apríl kl. 11:00 Rørlutiltak saman við Torginum í Vági (Byrjað á
Torginum)

Týsdagur 25. Apríl Flaggdagsrenning Øravík – Fámjin

Mei:
Fríggjardagur 12. mai Stevna í Hvalba – Hvistan skipar Rørslutiltak
Leygardagur 27. mai Rørslutiltak við grill – Froðba runt

Juni:
Onsdagur 21. juni Gongutúrur Akraberg- Beinisvørð- Vágs (longsta dag)
Tórsdagur 22. juni Jóansøku kondibingo á Tvøroyri (Familjutiltak)

Eisini verður skipað fyri meira spontanum tiltøkum, og tá verður kunna umvegis facebook: Rørslufelagið Hvistan og annars í miðlunum.

Hvistan ynskir at bjóða ØLLUM at koma við, og taka egna heilsu í álvara.