BAKKAFROST SØKIR REINGERÐARFÓLK TIL VIRKIÐ Í VÁGI

Vit sóknast eftir reingerðarfólki til virkið í Vági.

Áhugað kunnu ringja til John Nielsen, virkisleiðara, tlf. 235242, ella senda ein teldupost til joni@bakkafrost.com.

Tú verður partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða.

 

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com

Facebook viðmerkingar