Húsabjálving

Starvsfólk til Eikilund

Søkt verður eftir einum starvsfólkið til Eikilund í tíðaravmarkað starv 30 tímar um vikuna, fyribils fram til summarsteðgin 2017.

Starvsfólkið verður m.a. partur av sertoyminum í Smæruni.

Dagstovnurin liggur í sera vøkrum og náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran kemur at seta sín dám á gerandisdagin.

Vit vænta tí at umsøkjarin kanst arbeiða sjálvstøðugt, er ja-lig/ur, dugir at samstarva, seta í gongd,  tekur ábyrgd og dugir at seta sær mál.

Vit bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har starvsfólkið kanst verða við at mynda og seta sín dám á stovnin.

Vit vanta at umsøkjarin hevur viðkomandi útbúgving sum stimbrar undir arbeiðið við børnum.

Starvið verður sett skjótast tilber.

Løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi yrkisfelag.

 

Skrivlig umsókn skal verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. februar 2017 kl. 12.00

 

Vágs kommuna

Vágsvegur 30

FO-900 Vágur

ella á vagur@vagur.fo

 

Meira fast at vita um størvini við at venda sær til kommunuskrivstovuna, telefon 663000 ella vagur@vagur.fo

Facebook viðmerking