1/2 marathon, tunnil stongdur og nógv fólk â vegnum

Leygardagin er tað Suðuroyggin sum er karmur um 1/2marathon, tá ið Føroya Sunnasta 1/2marathon verður hildið.

Hetta er annað árið, at 1/2marathon verður gjøgnumført í Suðuroynni, og tá ið teir 350 luttakararnir fara at ganga og renna av SALT og suður til Vágshøll, kemur hetta at ávirka ferðsluna í oynni.
Tað verður runnið og gingið í vegjaðaranum í móti ferðsluni, men tá ið komi verður inn í Vág verður runnið eftir gongubreytini.

Gongufólkini fara av SALT kl. 10.00 og rennarar fara kl. 11.00 soleiðis at tey um somu tíð koma mál, og hetta viðførir at Hovstunnilin verður stongdur frá kl. 10.00 til kl. 12.00, ella so skjótt seinasti luttakarin er komin úr tunnlinum.

Rørslufelagið Hvistan, Løgreglan og Landsverk hava í felag samskift um trygdina, og umframt at tunnilin verður stongdur, so koma umboð fyri bjargingarlið í Suðuroynni eisini at fylgja við gongufólkunum og rennaranum, eins og at løgreglan kemur at fylgja við, og skeltir frá Landsverk koma at vísa bilførarunum hvussu farast skal fram leygardagin, í meðan tiltakið verður.

Facebook viðmerkingar