Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Aðalfundur hjá Tvøroyrar Hornorkestur

Aðalfundur hjá Tvøroyrar Hornorkestri verður tann 18.02.2017 kl. 13, í musikkstovuni í Tvøroyrar Skúla.

Sambært viðtøkunum skal aðalfundurin fráboðast minst 2 vikur frammanundan, og mál sum skulu viðgerast á aðalfundinum, skulu vera nevndini skrivliga í hendi í seinasta lagi leygardagin 11.02.2017 á telduposti hornorkestur@gmail.com

Dagsskráin fyri aðalfundin er:

1. Val av orðstýrara og skrivara

2. Formaðurin greiðir frá farna árinum

3. Kassameistarin framleggur rokniskapin

4. Innkomin mál verða viðgjørd

5. Val av tiltakslimi

6. Annað