Húsabjálving

Endurlýsing: Námsfrøðingur til Suðuroyar Barnaverndartænastu

Vegna ov fáar umsóknir, verður starvið sum námsfrøðingur hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu lýst leyst av nýggjum.

Søkt verður eftir námsfrøðingi 20 tímar um vikuna at starvast heima hjá barnafamiljum og at stuðla børnum og ungdómi. Møguleiki er fyri, at tímatalið verður økt, um tørvur er á tí.

Arbeiðið er í tøttum samstarvi við barnaverndartænastuna og onnur fakfólk. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, um dagin, tíðliga á kvøldið og onkutíð í vikuskiftum, lagað til tørvin hjá familjunum.

 

Søkt verður eftir námsfrøðingi sum:

  • Dugir væl at samstarva og samskifta
  • Vísir virðing yvir fyri familjunum og børnunum/teim ungu
  • Kann virka fyri, at foreldrini fáa neyðugan stuðul til foreldrauppgávuna
  • Kann hjálpa børnum/ungum at fáa ein tryggan, mennandi og skipaðan gerandisdag
  • Dugir væl at gera eygleiðingar og er fakliga væl fyri
  • Hevur dirvi at taka ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt

 

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og mennandi starv
  • Upplæring í at eygleiða og samskifta við familjur og børn
  • Møguleika fyri at luttaka á viðkomandi skeiðum og temadøgum
  • Eitt sjálvstøgugt starv í skiftandi vaktum, har ein skipar arbeiðsdagarnir í samstarvið við umsitingina hjá Barnaverndartænastuni og familjurnar
  • Sparring og vegleiðing frá starvsfólkunum hjá Barnaverndartænastuni

 

Førleikar:

Útbúgving sum námsfrøðingur. Viðkomandi royndir við sosialt útsettum børnum og familjum er ein fyrimunur. Um skikkaður námsfrøðingur ikki søkir, verður annað fólk við viðkomandi royndum ella útbúgving sett í staðin. Neyðugt er, at umsøkjarin hevur koyrikort.

 

Um Suðuroyar Barnaverndartænastu

Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni. Tað starvast fimm starvsfólk í umsitingini.

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir teimum børnum og ungum, sum vegna sosial vandamál, liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, og veita teimum ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.

Eitt týðandi mál fyri Barnaverndartænastuna er at syrgja fyri, at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og er tíðaravmarkað fram til 1. januar 2018, við møguleika fyri, at starvið verður longt, og at ein verður settur upp í tíð. Løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsóknarfreist

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 28.02.17 kl. 12.00, saman við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum. Hjálagt umsóknini skal eisini vera revsiváttan. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðarin Anniku Jónsveinsdóttir á tlf: 229085/611090 ella teldupost: annika@tvoroyri.fo.

Umsóknin skal sendast við vanligum posti ella telduposti til:

Suðuroyar Barnaverndartænasta

Tvørávegur 37

Postboks 104

800 Tvøroyri

 

ella:

 

barnavernd@tvoroyri.fo