Strandferðsluna fær nýggjan eykabát um eitt ár

Landsstýrið hevur borið uppskot til verklagslóg í Løgtingið, ið fer at heimila SSL at gera sáttmála við skipasmiðju, ið skal byggja nýggj eykabát til Strandferðsluna.

Báturin er ein tríkilja úr herdaðum glasfipuri, ið tekur 120 ferðafólk og 3 persónbilar ella 1 tungan bil, farm og olju. Um veturin tekur báturin 97 fólk. Hædd er tikið fyri ferðafólki við rørslutarni.

Sigliferðin er 20 míl við ferðafólki og 28 míl uttan. Báturin hevur góðar manøvruhentleikar og bóvskrúvur. Brennievnisskipanin er hybrid, tvs gassolja og battarí, og siglast kann í 2 tímar upp á battarí.

SSL hevur seinastu mongu árini víst á stórar avbjóðingar í dagliga rakstrinum, og tað er vorðið alsamt truplari at lúka lógarfestu skylduna at flyta fólk og farm.

Flotin hjá SSL er allatíðina ein bát ov lítil, og tørvurin á einum eykabáti er alstórur. Eykabáturin fer at loysa upp fyri teimum størstu avbjóðingunum, ið SSL eru fyri í dag.

Nýggi eykabáturin fer sjálvstøðugt at kunna røkja allar farleiðirnar hjá SSL uttan Suðuroyarleiðina. Við eykabátinum fer SSL at kunna tilrættisleggja dokkingarnar munin betur.

Báturin kann avloysa á Nólsoyarleiðini, tá Ternan í samband ið dokking skal brúkast á Sandoyarleiðini.

Eisini kann báturin avloysa á Kalsoyarleiðini, tá ið boð eru eftir Sam til farmaflutning. Nógv virksemi er í landinum, og Sam er nógv umbiðin at flyta farm fyri vinnulívið og landið.

Í neyðstøðu kann eykabáturin sigla ímillum Suðuroynna og Sandoynna ella Vágar. Flytast kunnu 100 fólk ímillum Hvalba og Sand upp á 20 minuttir. Til Miðvágs er siglitíðin 1 tími.

Eykabáturin er boðin út, og fleiri føroyskir veitarar buðu upp á bátin, ein umboðandi norska skipasmiðju. Arbeitt varð víðari við 2 veitarum, sum kláraðu at liva upp til ynskini um bátasniðið.

Valið fall á norsku skipasmiðjuna GS Marine Produksjon, sum síðani 1993 hevur ment og bygt skjóttgangandi bátar. GSMP er nógv umbiðin, og long røð er at byggja bátar hjá teimum.

Frá tí at farið verður undir at byggja bátin, og inntil hann er sigliklárur í Føroyum, ganga 10-12 mánaðar.

Byggiútreiðslurnar verða mettar til 34 milliónir krónur. Saman við uppskotinum til verklagslóg hevur landsstýrið eisini borið í Tingið uppskot til eykajáttan á 16 milliónir krónur, ið er fyrsta gjaldið fyri bátin.

Facebook viðmerkingar