Reingerðarfólk til dagrøktina í Sumbiar kommunu

Størv Tekstlýsingar Tíðindi

Søkt verður eftir reingerðarfólki til Kommunalu dagrøktina í Sumbiar kommunu. Starvið er til setan tann 15.oktobur 2018, ella sum skjótast har eftir. Arbeiðsøkið er í miðhæddini í Sumbiar skúla har dagrøktin heldur til. Viðkomandi sum settur verður, hevur eisini ábyrgd av høvuðsreingerð av spælistovuni.

Starvið er normerað til 2,0 tímar um dagin mánadag til fríggjadag.

 

Løn- og setanartreytir:

Setanarøkið er Sumbiar kommuna. Tann, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Starvið er lønt sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknin saman við møguligum viðmælum, umframt revsuváttan, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi  8.oktobur kl 12.00

 

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Marit Poulsdóttir á tlf: 281339 / 611087 ella Kaju Nielsen á tlf: 221860

 

Umsóknin skal sendast via post ella teldupost til:

Tvøroyrar Kommunu

Dagrøktarskipanin

Tvørávegur 37

800 Tvøroyri

Stílað Marit Poulsdóttir, dagrøktarleiðara

Ella við telduposti til marit@tvoroyri.fo

 

 

Facebook viðmerkingar