Múrarafelagið Knáur

Nú er at leita myndatólið fram – og taka vakrastu myndirnar úr Suðuroynni

Lions Club Suðuroy: Fyri at fáa góðskuna á myndunum til Suðuroyarkalendaran 2018 á sama støðið sum undanfarin ár, hevur Lions Club Suðuroy aftur í ár tikið avgerð um, at útskriva eina myndakapping.

Nýtast skulu íalt 13 landsslagsmyndir úr Suðuroynni, svarandi til eina mynd til hvønn mánaðin í vanrættum sniði, umframt eina permumynd, ið loddrættum sniði.

Treytinar til myndamotivið er at sýna Suðuroynna úr øllum vinklum. Ynskið er, at myndir eru úr øllum bygdinum í Suðuroynni, og at allar árstíðinar verða lýstar. T.v.s. ikki bert summarmyndir, men eisini vár- heyst- og vetrarmyndir.

Tað er av stórum týdningi, at góðskan í myndunum er høg. Sniði skal verða 4:3, og mynda góðskan skal hava eitt rímuliga høgt tal av pixlum >4M.

(Panoramamyndir kunnu ikki nýtast)

Myndirnar skulu sendast Lions Club Suðuroy umvegis telduposti til: lionssuduroy@gmail.com innan 1. mars 2017, og viðmerkjast: Lions Mynd 2018

Vinnaranir verða fráboðaðir her á heimasíðuni.

Tær útvaldu myndirnar verða virðisløntar við kr. 500,00 pr. stk.

Facebook viðmerking