Húsabjálving

Systkin úr Trongisvági sýna fram í Finnlandi

Hettar vikuskiftið eru Katrin og Rói Einarsson í Helsinki, Finlandi og sýna fram á Art Arctica, einum altjóða myndlistafestivali.

Tey eru einastu føroyingarnir í ár sum umboða okkum á hesari stevnuni. Serliga snýr hann seg um list, sum tekur inspiratión frá arktiskum og sub-arktiskum klima, tað landslagið og tær søgur sum hoyra har til.

Myndirnar eru 10 í tali, eru gjørdar serliga til festivalin, og snúgva seg um yvirnaturligar søgur úr Føroyum.

Myndirnar eru gjørdar við ljósi í rammunum, og tískil skulu upplivast í myrkri.

Katrin og Rói Einarsson eru systkin úr Trongisvági. Tey hava nógv ár av royndum við myndlist millum seg, og havi bæði lisið bachelor í illustratión á Blackpool and the Fylde College í Englandi.

http://www.artarctica.com/ 

Facebook viðmerking