Skráin fyri Føroya sunnasta 1/2 maraton

Ítróttur Tíðindi

Skráin fyri Føroya sunnasta 1/2 maraton, við umleið 350 luttakarum, er hendan:

Fríggjadagur 21. September:
17-19 VILT-húsinum í Vági, heintan av
bringutølum, hugni, prát og søla av
renniskóm.
21.00 Aftankvirran í Vágs Kirkju, Jens Lisberg syngur og
Sámal Midjord hevur stutta andakt.

Leygardagur 22. september:
08.00 Vágshøll er opin (møguleiki at skifta)
08.45 Bussur við gongufólki frá Vágshøll og til SALT
og tekur eisini fólk við av Smyril.
09.00 Bringutøl verða útflýggjaði í SALT, gongufólk fyrst.
09.40 Bussur við rennarum frá Vágshøll til SALT
10.00 Gongufólkini avstað (tey ið nýta meira enn 3 tímar)
11.00 Rennarar avstað (tey ið eru undir 3 tímar)
– depot er í Bønhúsinum í Øravík, við Kirkjuna í
Hovi, Porkeri, við VILT-húsið og hjá Jugga í
Vági.
12.30 Fyrstu rennararnir koma á mál við Vágshøll.
13.30 Tónleikur og hugni í VB-húsinum, við
Signar í Homrum og Hans Jacob Hjelm.
– Báran bjóðar ókeypis kaffi og annars góð tilboð
– Pálshøll hevur ókeypis atgongd fyri luttakarar
(sauna, heitir pottar, svimjing og dampbað)
– Skósølan við Gøtugjógv og hevur sølu av
renniskóm í VB-húsinum.
17.30 Bussur koyrir til Smyril av Vágseiðinum. (MELDA TIL)
Teinurin runnin verður er sum á myndini, tá ið komi er til Sandin/Tríkantin í Vági, verður farið vestur á Vatnið og sunnanfyri Vatnið og á mál við Vágshøll.

Facebook viðmerkingar