Bank Nordik

Hvistan í Porkeri

Í oysandi regni høvud Porkeningar og annars fólk í oynni, leita sær til Húsið við Á í Porkeri, har Hvistan skipaði fyri heilsutiltakið ídag.

Tað var umleið kl 11.00 at Hvistunar løgdu leiðina avstað, og hóast ætlanin var at renna út í Vík og so inn aftur í bygdina, so vóru tað stórur partur av hópinum, ið rann niðan móti Skørunum og so oman eftir landsvegnum og aftur til Húsið við Á. Tá ið komi var aftur, var hópin av frukt, kaffi og kaku til tey luttakandi, og so bleiv dúglia práta, um Hvistuna, rørslu, nýggja Hvistubúnan og um at gerast limur í Hvistuni.
 
Tað er eingin ivi um, at áhugin fyri Hvistuni er øktur nógv, nú regluligar venjingar og reglulig tiltøk eru fyriskipaði, og limatalið í ár fer nokk at seta met, hesi 10árini Hvistan hevur á baki.