Húsabjálving

Suðuroyarliðið í aktión fyri fyrstu ferð

Leygardagurin var ein søguligur fótbólts-dagur í Suðuroynni, tá Suðuroyarliðið fyri fyrstu ferð var í aktión, tá ÍF var á vitjan til venjingardyst við Stórá.

Nógv fólk vóru møtt upp til dystin, nú felagsliðið fyri fyrstu ferð skuldi í dyst. -Og tað var eisini heilt greitt ein sera positivur stemningur kring vøllin leygardagin. Fólk vóru glað um at samstarvið endiliga er komið í lag og spent eru fólk eisini uppá at fótbóltsárið 2017 byrjar.

(Greinin heldur áfram undir myndini)

Flest øll vóru eisini samd um, at dysturin sjálvur var eitt positivt upplivilsi. Liðið stríddist væl og var í veruleikanum væl betri enn ÍF. Dysturin endaði tó við 4-3 sigri til ÍF. Málini hjá Suðuroyarliðnum gjørdu Salmundur Bech (2) og Ari Krosslá Poulsen 1.

 

Myndirnar tók Bjartur Vest.

Facebook viðmerking