Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

242.338 um Suðuroyarfjørð í 2016

Talið av ferðandi, sum ferðast um Suðuroyarfjørð vekstur ár um ár. Í 2016 ferðastu 242.338 fólk og 91.120 aktfør við Smyrli um Suðuroyarfjørð, og er hetta met.

Til ferðafólk og akfør var juli mánaði nógv tann størsti. Í juli ferðastu 29.138 fólk og 9.410 akfør um Suðuroyarfjørð. Hetta er nógv tað mesta av ferðafólki, sum nakrantíð hevur ferðast um Suðuroyarfjørð ein mánað.

Høvuðsorsøkin til stóra tali av ferðandi í juli er uttan iva, at jóansøkan í 2016 var fyrsta vikuskiftið í juli og annað vikuskiftið í juli var bæði Nordisk Kystkultur stevnan í Vági og Mentanarnátt á Tvøroyri – hetta vóru tiltøk, sum nógv fólk komu til Suðuroyar til.

Vert er eisini at leggja tilmerkis, at tað ferðastu næstan 6.000 fleiri um Suðuroyarfjørð í juli mánað enn nakran annan mánað í 2016.

Annars er myndin rættliga greið: Tað ferðast væl fleiri fólk um Suðuroyarfjørð summarmánaðirnar, frá mai til og við august, enn tað gera vetrarhálvárið.

Yvirlit yvir tal av ferðandi við Oyggjaleiðum hjá Strandferðsluni finnur tú her.