Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Lodna til Varðan Pelagic

Vertíðin fyri Lodnu er júst byrja og fyrr í dag kom Finnur Fríði á Tvøroyri við 1100 tonsum av Lodnu.

Seinni í dag kemur Norski uppsjóvarbáturin Svanaug Elise á Tvøroyri við 600 tonsum av Lodnu.

Hetta er fyrsta Norska báturin, sum landar til Varðan Pelagic og er hetta tí sera áhugavert fyri virkið.

Tað vísir seg at Varðin Pelagic at fult kappingarført um lodnuna og tí vísa Norsku skipini áhuga at landa á Tvøroyri.

Finnur Fríði verður væntandi liðugur at landa tórskvøldið og tá sleppur  Svanaug Elise til at landa.

Mynd: marine traffic

Facebook viðmerking