Húsabjálving

Páls Høll opin aftur.

Ónsdagin 15. januar lat Páls Høll upp aftur, eftir at 1 ára eftirlit hevur verið gjørt seinastu vikurnar.

Í tíðarskeiðinum frá fyrst í februar til 15. februar hevur verið framt 1 ára eftirlit á sjálvan svimjihylin í Páls Høll.

Meðan høllin hevur verið stongd, eru eisini ymiskar umvælingar gjørdar, skiftirúm málaði, fugur skiftar, flisar skiftir os.fr.

Enn er ikki komin heilt á mál við umvælingunum, eitt nú er Vælverudepilin ikki heilt klárur.

Páls Høll er tó opin aftur sum vant.

 

Upplatingartíðir

Mánadag
Kl.08.30-09.15 Almenn svimjing og fimleikur í hylinum
Kl. 16.00-18.15

Týsdag
Stongt

Ónsdag
Kl. 16.00-18.15

Tórsdag
Kl.08.30-09.15 Almenn svimjing og fimleikur í hylinum
Kl. 16.00-18.15

Fríggjadag
Kl. 16.00-18.15

Leygardag
Kl. 10.00 – 17.15

Sunnudag
Kl. 09.00 – 10.15
Kl. 14.00 – 16.15

Páls Høll letur aftur 45 min. eftir omanfyrinevndu tíðir.

Facebook viðmerking