Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Reingerðarfólk til Landsverk í Suðuroy

Landsverk søkir reingerðarfólk til hølir okkara í Suðuroy at byrja skjótast gjørligt. 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðið fevnir um reingerð í smiðjuni og vegastøðini í Øravík og avgreiðsluhúsinum við tyrlupallin í Froðba.

 

Arbeiðstíðin er umleið 5 tímar um vikuna umframt eina árliga høvuðsreingerð. Arbeiðstíðin verður fríggjadag aftaná kl. 16.00 ella leygardag. 

 

Um teg

Vit vænta, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og ert ágrýtin og vælgjørd/ur í tínum arbeiði. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við líknandi arbeiði.

 

Setanarviðurskifti
Talan er um tímalønt starv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

 

Umsóknir
Umsókn kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo. Til ber eisini at senda umsóknina sum teldupost til lv@lv.fo, ella sum vanligt bræv til:

Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postboks 78, 110 Tórshavn.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. mars 2017.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Asbjørn Mortensen, økisleiðara, á tlf. 290 900 ella asmo@lv.fo. 

 

 

Facebook viðmerking