Húsabjálving

Skýlið í Vági letur uppaftur

Fríggjadagin kl. 18 letur “pylsuvognurin” Skýlið í Vági uppaftur.

Skýlið, sum næstan er “heimskent” fyri sínar framúr góðu pylsur, var fastur partur av býarmyndini í Vági inntil fyri umleið 1 ári síðani, tá Flemming og Ásgerð Stenberg góvust við at reka Skýlið.

Síðani tað hevur Skýlið verður til sølu. Og nú hava Sigmund og Rowena Bech í Porkeri keypt Skýlið, sum letur uppaftur fríggjakvøldið 17. feb., tá tað er opið frá kl. 18 til kl. 01.

Um onkur skuldi ivast, so taka tey eisini bæði VISA og MASTERS kort í Skýlinum, siga Sigmund og Rowena.

Facebook viðmerking