Múrarafelagið Knáur

Norskir bátar á Tvøroyri við lodnu

Sum vit skrivaðu so skuldi Norski báturin Svanaug Elise landa lodnu til Varðan Pelagic í dag.

Hann liggur í løtuni og landa, men nú eru tveir aðrir Norskir bátar á veg til Varðan Pelagic at landa.

Talan er um Fiskebas sum kemur seinnapartin við 385 tonsum av lodnur og eftir hann kemur Havsnurp við 650 tonsum av lodnu.

Finnur Fríði og Jupiter eru á veg til Íslands at fiska lodnu.

Tróndur í Gøtu landa svartkjaft til Havsbrún og fer hann sum skilst eisini til lodnu fiskiskap ta hann er liðugur.

Facebook viðmerking