Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Nøkur fá minningarorð um mín góða vin Tummas  Michael!

Nú átti eg kanska at skriva á suðuroyarmáli, sum tú var so góður við, men tað er jú fyrst og fremst eitt talumál, so eg fari at royna at skriva hesi fáu fátæku orð á so góðum føroyskum sum gjørligt, og tað hevði tú eisini stóran áhuga í.

Góði fitti Tummas Michael – Nakað hevur tú stríðst við sjúku í nógv ár, men ongantíð hoyrdi eg teg “beklaga” teg. Heldur kundi tú við hvørt ilskast inn á teg sjálvan at tú skuldi orka so lítið.

Eg kenni tað sum um eg altíð havi kent teg, hóast tú fór úr Vági tá eg var óviti. – Í seinnu helvt av 70 unum var eg í bólki saman við Jákup Thomsen og Ólavi Magnussen. Vit vóru tá ofta í Havn og spældu í Kagganum. Har kom eg rættuliga í samband við teg og serliga til ársveitslurnar á gamla hotel Føroyum á Kongabrúnni, har Ad Libitum saman við Herman Jacobsen sála vóru fastir luttakarir.

Tá Armgarð og eg so fluttu til Havnar í 86 og komu at búgva stutt frá tær og Hervør, nevniliga í Eiriksgøtu beint niðan fyri Mikkjalstrøð var hetta byrjanin til eitt ótal av ríkum ógloymandi løtum bæði í tónleikahøpi, men eisini í hugna og veitsluhøpi.

Eg sigi sum Marjun Bech segði til gravarferðina, at tú vildi ikki hava nakað “hóvasták” gjørt burturúr. – Tað ætli mær heldur ikki at gera, men eg noyðist at nevna nakað av tí sum gjørdi okkara vinskap til nakað serligt.

Hóast tíni sera góðu evnir innan skaldskap, tónleik og ikki minst málaraarbeiði, tað veri seg bæði vanlig máling, men eisini listamáling, so vart tú sera lítillátin. Til dømis tá ið okkurt skuldi feirast í Eiriksgøtu og nærmastu vinfólkini komu á gátt og høvdu eitthvørt smáting við, so kundi tú finna uppá at koma við eini flottari blýantstekning av húsum okkara. Eg veit ikki hvar tú hevur staðið og tekna, men tað sær út sum tað er onkunstaðni uppi á Mikkjalstrøð. – Men so segði tú bara: “Hygg her, je veit ikke hvat je skuldi finna uppá – hetta er ikki nakað serligt!!!!” – Jú góði, tað er so mikið serligt, at tað hongur á einum góðum plássi í stovuni.

Tá ið Hermann alt ov tíðliga doyði, fekk eg tann stóra heiður at verða biðin um at syngja nakrar sangir saman við Ad Libitum, hesum, í mínari verð, sera sjáldsama orkestrinum. – Eg skal viðganga , at eg var eitt sindur ivasamur um tað riggaði at fara frá rock´n roll til klassiskan ella lætt klassiskan tónleik, men tá ið eg fekk sangirnar sum tú hevði týtt upp í hondina ,serliga Nánd og Vallarin, fall tað mær lætt.

Vit høvdu nógvar góðar konsertir, ja heilt niðri í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har vit eisini spældu til dans fyri fullum húsi.

Men best minnist eg konsertferðina suður til Vágs, har vit høvdu konsert í Stóra Pakkhúsi við dansi aftaná. – Men aftur her kom títt lítillátni fram. – Beint áðrenn vit fóru suður hevði tú hoyrt sangin Nánd í eini aðrari týðing í ÚF sungnan av Rudolf Niclasen. “Tú Robert! – Okur sloyfa Nánd har suðuri!!” – Spurdur hví, segði tú, at tú helt ikki tín týðing var líka góð. – Mítt svar var, at líka mikið hvat tú gjørdi, so fór eg at syngja hann. Tað hjálpti , og hann hevur sjáldan ljóða so væl.

Eitt annað sum eg havi hug at nevna er hvussu væl Vágbingar tóku ímóti tær og hvussu glaðir teir vóru at hoyra, at hóast tú faktiskt ikki hevði verið í Vági síðan tú fór hagani sum 14-15 ára gamal, uttan onkra hissini vitjan, so tosaði tú reint “Vábbiskt!”

Nú kundi eg hildið fram, tí eg havi ikki nevnt tín fantastiska humoristiska sans, men tað verður ov langt, og sum sagt: Onki hóvasták!!

Góða Hervør, Magnus, Annika við familju.- Armgarð og eg syrgja við tykkum. Einasta troyst er, at nú fekk Tummas Michael frið.

Eg havi hug at enda við einum ørindi úr Nánd sum eg haldi sigur so nógv um júst Timmas Michael:

                                   Far innar í stovuna ,um hon er trong

                                   og lurta – hon syngur ein stillan song

                                   hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í

                                   har vantar bert tað , at tú varnast tí.

 

Hvíl í friði kæri vinur.

 

Robert

Facebook viðmerking