Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Í-drátti nýggj ítróttarspurnarkapping í sjónvarpinum

Fríggjakvøldið byrjar nýggj ítróttarspurnarkapping í sjónvarpinum, nevnd Í-drátti

Kend ítróttarfólk úr føroyska ítróttarheiminum fara at kappast.

Rennarin, Hallur Holm er liðskipari á liði A. Hann hevur hesaferð mannað liðið hjá sær við Guðmundi Joensen, sum vit kenna úr triathlon, og rógvaranum, Svein Rógva Ljósstein Nielsen.

Rógvarin, Ludvík við Stein, er liðskipari á liði B. Hann hevur mannað sítt lið við dartspælaranum, Kristian Joensen, og tennisspælaranum, Martin Nolsøe Simonsen.

Kappingin fevnir um nógvar ítróttargreinar og er ætlað einum breiðum hyggjaraskara.

Fyrsta sending av tíggju verður send fríggjakvøldið 24.februar klokkan 19.20

Facebook viðmerking