Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Umhvørvistúrur við Hvistuni

Leygardagin er Hvistan, sum er rørslufelagið í Suðuroynni, aftur út við einum túri.

Hesaferð er túrurin í Vági, har møtt verður við Tríkantin kl 11.00.

Har fara umboð fyri Hvistuna at deila nakrar ruskposar út, soleiðis at tá ið leiðin liggur heim aftur av túrinum, at ein so kann savna burturkast, ið liggur framvið vegnum ella gøtuni, ein velur at fara, soleiðis at ein kann virka við til at fríðka um umhvørvið, ið ein er túr í.

Um longdina og torleikan av túrinum er upp til fólk sjálvi, tí Vágs Kommuna hevur gjørt myndakort við Tríkantin, har fleiri túrar eru settir á, so ein velur sjálvur túrin.

Hesi tiltøkini hjá Hvistuni, eru ein partur av ætlanini ið at náa málinum við at gera rørslu sjónliga í 2017 og náa umkring í Suðuroynni.

Facebook viðmerking