Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Malan og Niclas Hentze vunnu 8. umfar í sjavs

Tórsdagin í farnu viku var 8. umfar í sjavs á skránni í VB-húsinum. Og hetta 8. umfari vunnu Malan og Niclas Hentze. Úrslitini lagaði seg eisini soleiðis, at Hans  Jacob Bech nú er einsamallur á odda í kappingini.

18 pør vóru til 8 umfar, og úrslitið av 8. umfari var hetta.

Nr. 1. Malan Hentze og Niclas Hentze, 4 stig hvør

Nr. 2. Jákup Joensen og Tummas Jacobsen, 3 stig hvør

Nr. 3. Hørdur Vang og Páll Lervig, 2 stig hvør

Nr. 4. Hans Jacob Bech og Bogi Lisberg, 1 stig hvør.

Sjavskapping verður aftur tórskvøldið 2. mars kl.18.30

Vinnaraparið fær oljuskift til bil. Stuðla hevur AÍS (Arnbjørn i Smiðuni) Bilverkstaður Øravík

Støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Facebook viðmerking