Húsabjálving

Team Rynkeby Føroyar í Suðuroynni

Leygardagin frá kl 9.30 koyra súkklurnar hjá Team Rynkeby Føroyar í Suðuroynni.

Koyrt verður av Krambatanga runt Froðba, síðani verður farið suðureftir, um Hovsegg til Vágs, har ein støðeðgur verður, síðani verður farið um Hestin til Sumba, og liðið endar í Vági ca kl 15.

Hetta er partur av venjingini til túrin í summar, farið verður avstað 7 Juli við Norrønu, og byrja verður at súkkla 10. Juli í Danmark, og 15. Juli verður Team Rynkebyliðið í Paris, tá eru ca 1400 km farnir afturum.

Vónandi ansa bilførarir eftir súkklarunum

Team Rynkeby Føroyar

Facebook viðmerking