Húsabjálving

Aðalfundur í Tvøroyrar Fornminnisfelag

Aðalfundur felagsins verður hildin í Doktarahúsinum, Doktaragøta 5, leygardagin 18. mars 2017 kl. 14.

Á fundinum verður m.a. greitt frá virkseminum í Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavni í farna ári, og eisini verður trivið í tað, sum er fyri framman, m.a. liðugtgerð av Gestastovuni, Doktarahúsinum og endurskoðan av framsýningini sum heild.

Skrá sambært lógum felagsins.

Nevndin vónar, at møtt verður fjølment, og nýggir limir eru hjartaliga vælkomnir.

Nevndin í Tvøroyrar Fornminnisfelag.

Facebook viðmerking