Húsabjálving

VB greiðan sigur á Stíf

VB vann leygardagin ein greiðan 26-23 sigur á Stíf í høllini á Skála.

VB-kvinnurnar vóru á odda allan dystin á tamb. Hálvleiksstøðan var 15-9 til VB.

Danijela Mistric var toppskjútti hjá VB við 11 málum. Helga Kjærbo gjørdi 5 mál. Meðan Gurið Augustinussen, Christina Holm og Magna Tórðardóttur gjørdu 2 mál hvør. Og Rannvá Johannesen, Bára K. Mortensen, Rebekka Godtfred og Barbara Hjelm gjørdu 1 mál hvør.

Fyri VB var dysturin annars merktur av, at fleiri leikarar fingu skaða og er spurningurin hvussu væl VB-liðioð verður mannað til næsta dyst, sum er ímóti Kyndli í Havn sunnudagin 12. Mars.

Úrslitið á Skála førir við sær, at VB við 17 stigum er á 3. plássi, 4 stig fleiri enn VÍF.

Facebook viðmerking