Húsabjálving

Kvinnudagur á Café MorMor

Altjóða kvinnudagin 8. mars, bjóða Valkyrjurnar á gátt á Café MorMor!

Her fært tú høvið at hitta kvinnur til eitt gott prát, hoyra eitt sindur um “Havsvimjing/dypp í Suðuroy” og ynskið um at stovna filmsfelag. Lív Næs fer at ríka okkum við tónleiki og møguleiki verður fyri at keypa sær ein góðan supputallerk, kaffi, køku v.m.

Verið hjartaliga vælkomnar á Café MorMor, ónskvøldið kl. 19.00!