Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Urtagarðsskeið í Vági

Lena og Eva koma aftur til Suðuroyar at hava urtagarðsskeið tann 1. apríl. Hesaferð verður tað í Matmøðrafelagnum í Vági. Á skeiðnum verður lært at sáa grønmeti, kryddurtir og/ella blómur. Írokna luttøkugjaldið eru sámold og fræ – umleið 24 sløg til hvør skeiðið. Fræini vera sádd í pottar á skeiðnum, og kunnað verður um hvussu planturnar skulu røkjast fram til tær skulu í jørðina.

Tað verða 2 skeið eitt kl. 10:00 og eitt kl. 13:00.

Kostnaður fyri eitt skeið 300 kr, Kryddurtir  og grønmeti – ella Blómur

Kostnðaur fyri bæði skeiðini 500 kr  Kryddurtir og grønmeti – og Blómur

Facebook viðmerking