Húsabjálving

Suðuroyggin á vandakós !

Eg havi ferð aftaná ferð gjørt vart við keðiligu støðuna, sum Suðuroyggin er í.

Exit Suðuroy greinin frá í fjør, skapti nakað av røringi, men hevði onga ávirkan við sær og støðan í Suðuroy versnar tí spakuliga enn!

Hjá “fastlandsføroyingum” er sera trupult at seta seg inn í støðuna hjá útjaðaranum. Ofta er skjótari hjá hesum at koma niður á Fields í Keypmannahavn, enn suður til Café Mormor á Tvøroyri.

Tíverri, so eru nógvir suðuroyingar heldur ikki greiðir yvir, hvussu hættislig støðan er!

Tað gongur væl í Føroyum, heilt væl. Í 2016 vóru áleið 1000 nýggja størv skapt í Føroyum. Hesi størv eru tó farin framvið Suðuroynni og av tí sama merkja suðuroyingar ikki hákonjunkturin á sama hátt – ja, í veruleikanum minkaðu størvini í Suðuroynni við 5.

Vit hoyra dagliga um methøga fólkatalið í Føroyum – tó hoyra vit einki um, at fólkatalið í Suðuroynni er tað lægsta í 100 ár!

Stættarmunurin veksur hvønn dag !

Suðuroyingar hava ikki møguleikan av pendla til arbeiðis á fastlandinum, á sama hátt, sum 1000 tals aðrir føroyingar gera dagliga, millum fastbundnu oyggjarnar norðanfjørðs. Um fá ár er Suðuroyggin einasti stóri útjaðari í Føroyum, uttan fast samband við miðstaðarøkið. Enn búgva tó uml. 10 % av Føroya fólki í Suðuroynni.

Tað almenna hevur higartil ikki gjørt nakað nevniverdigt fyri at bøta um støðuna. Hvørki við at skapa nakað nýtt alment arbeiðspláss í oynni ella við at forða fyri at stórar fyritøkur flyta arbeiðspláss av oynni.

Tað er um at vera síðsta útkall til at bjarga Suðuroynni og venda keðiligu gongdini. Tað má beinanvegin gerast ein ætlan, ein Suðuroyarætlan, sum í fyrsta umfari steðgar afturgongdini og tí vaksandi stættarmuninum og harnæst tekur atlit til bæði almenn og privat viðurskifti.

Alt fyri eitt skal støðgast við at flyta almenn arbeiðspláss av oynni og krøv skulu setast til størru fyritøkurnar í oynni, ið nýta náttúrugivna tilfeingi okkara, sum eitt nú firðir og sund.

Leiðandi røddir hava verið frammi og tosað m.a. um, at Eftirskúli skal koma til Suðuroyar og at fáa fleiri vitanartung størv í oynna.

Lat okkum nú fáa sjón fyri søgn – hvørvisjónir hava vit sæð nóg mikið til! Væntandi innlit og empati førir vanliga við sær setningin, “suðuroyingar mugu skapa trivnaðin sjálvir”. Ja, tað kann vera nakað um tað, men so vit skulu hava somu møguleikar at virka undir, sum restin av Føroya fólki hevur.

Vinnan skal berjast við kappingaravlagandi avgjøld og vanliga ferðafólkið skal gjalda í dýrar dómar fyri at koma til og av oynni, meðan tey, ið hava tunnil, rópa upp um at teirra farleið skal vera ókeypis. Er hetta rætttvísi?

Gongdin kann vendast og hon skal vendast.

Eg siti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin. Vit hava møguleikan og viljan til at fremja broytingar. Undanfarna samgonga kom við nógvum luftkastellum um batar – tó, so royndi hon ikki og hevði heldur ongar ætlanir um fáa framt nakað í verki.

Føroyar eru hóast alt ein sera lítil tjóð, tí eigur viljin og trúgvin at vera til staðar, at vit saman kunnu lyfta allar føroyingar upp á nøkunlunda sama støði. Vit sammeta okkum altíð við norðurlendsku grannar okkara, vit vilja verða fremst í heiminum innan alt millum himmal og jørð – hví byrja vit ikki við at skara framúr við varandi virðum, hetta við javnseting av borgarum landsins?

Seinastu mongu árini hevur meginreglan verið, at alt alment virksemi skal miðsavnast í høvuðsstaðnum. Strandferðslan var eitt undantak, hóast røddir nú eru frammi um, at fleiri av størvunum í veruleikanum virka á einum kontóri í Havn – her má skerast ígjøgnum. SSL er staðsett í Suðuroynni við lóg!

Tey størvini, ið seinastu árini eru komin til Suðuroynna, eru øll privat skapt á einum lokalum grundarlagi við áræði og dirvi. Tí mikið dirvi skal til, um tú byrjar virksemi í Suðuroynni og ætlar tær at liva av tí.

Eg haldi, at vit skulu m.a., TORA at leggja almennar stovnar í Suðuroynni. Eg haldi, at vit skulu TORA at bjóða út fleiri útbúgvingar í Suðuroynni, TORA at tilskila eina uppsjóvarkvotu til Suðuroynna, TORA at lóggeva, at meginparturin av botnfiskinum skal virkast í Føroyum!

Tað fara at koma verri tíðir Føroyum, tað vita vit! Søgan sigur, at tey veikastu økini í eini hvørjari tjóð vera rakt fyrst og harðast í niðurgangstíðum.
Tíðin er komin til at allir suðuroyingar geva ljóð frá sær!

Gomlu, søguríku arbeiðarafeløgini í Suðuroynni mugu koma undan kavi aftur og krevja sín rætt! Gera tit einki, koma tit at standa við einum hópi av arbeiðsleysum limum innan stutta tíð.
Flakavirkini eru á gravarbakkanum. Tey hava sera trupult við at fáa rávøru til virkingar, tí vit lata nærum allan botnfiskin fara óvirkaðan av landinum til láglønarlond í Eysturevropa og Fjareystri. Vit missa arbeiðið og flakavirkini mugu lata aftur. Føroyar missa 100-tals milliónir í skatti, avleiddum virksemi, lækkandi fólkatali í t.d. Suðuroy og vinnuvitanin hvørvur.
Stórur brunnbátur er fastur gestur á miðjari nátt inni á Suðuroyarfirðum eftir laksi, sum verður fluttur norðurum. Í alivinnuni er 60-70 størv í vanda, um tey ikki longu eru niðurløgd, tí rávøran/laksurin ikki verður virkaður í oynni, sum áður. Vit eiga at bjóða aliloyvini í einari so viðkvæmari oyggj sum Suðuroynni út til feløg, ið tryggja okkum at fiskurin verður arbeiddur í oynni.

Vit skulu seta krøv um virðisøking av tilfeinginum úr havinum og víðari gransking til at vaksa virðisøkingina enn meira.

Vit biðja ikki um olmussu, men vit krevja at lagt verður uppfyri, at Suðuroyggin enn er ein útjaðari og tað heldur hon fram við at verða, inntil tunnilin er komin. Tí EIGA vit eisini at fáa nøkur almenn arbeiðspláss til oynna nú.

Nú eiga vit tørn! Tíðin eigur at verða farin frá stættarsamfelagnum.

Nú er dysturin leiktur og vit eru farin langt inn í yvirtíðina. Vandi er fyri, at dómarin bríkslar av og so er farið. Tað er nú, at vit seta alt inn uppá at fáa vent gongdini – eykaleikararnir, landsins myndugleikar, mugu koma inn á vøllin og gera sína skyldu! Vit suðuroyar tingumboðini, megna ikki alt eina, øll mugu spæla við.

Bjarni Hammer, tinglimir fyri javnaðarflokkin

Facebook viðmerking