Múrarafelagið Knáur

Flogbóltur: FM-finalur í Trongisvági

Um vikuskiftið verða FM-finalurnar hjá teimum yngru deildunum leiktar í Høllini í Trongisvági. Íalt verður kappast í 8 finalum og verða 5 ymisk feløg umboðað.

Heimaliðið TB-flogbóltur verður umboðað í D 14 og G 16, sum spæla ávikavist kl. 18,00 og 20,00 leygarkvøldið – annars er skráin henda:

 

       
Leygardagur 11. mars 2017:  
10,00 D 16 Fleyr
12,00 KVU ÍF Si
14,00 MU Fleyr
16,00 G 14 Fleyr
18,00 D 14 TB
20,00 G 16 TB
       
       
Sunnudagur 12. mars 2017:  
14,00 G 12 SÍ a KÍF
15,30 D 12 Fleyr
       

 

Eins og undanfarin ár verður gjørt nógv burtur út tiltakinum, og í dag verður Taraflax-gólvið breitt út í høllini, soleiðis at henda dagin verður tað bert flogbóltsvøllurin, sum verður umboðaður í høllini.

Varðin Pelagic er høvuðsstuðul í sambandi við finalutiltakið, sum verður gjøgnumført við stórari hjálp frá TB-flogbólti.

Seks dystir verða leygardagin og tey yngstu g 12 og D 12 spæla sunnudagin.

Facebook viðmerking