Múrarafelagið Knáur

Hvistan Grannakaffi við Stórá

Um vikuskifti verður skipa fyri nógvum grannakaffi, men í Suðuroynni hava tey lagt nógv fyri, fyri at fáa hetta tiltak enn størri og áhugaverdari.

Tí leygardagin frá kl 11.00 til 15.00 verður Ítróttardepilin við Stórá í Trongisvági karmur um stórt grannakaffi.
 
Ein av fyrireikarunum er Finn Johannessen, sum er formaður í Hvistuni, ið stendur fyri Grannakaffinum, og hann sigur soleiðis:
 
Vit halda hetta er ein sera umráðandi søk, at taka hond um og varpa ljós á. Hvistan skipar regluliga fyri tiltøkum, og ynskir at vera við til at betra um heilsustøðuna hjá tí einstaka, og tá ið hetta tiltakið, ið varpar ljós á krabbamein og ávirkanina av hesum, so vildu vit sjálvandi stuðla. Vit hava fingið fleiri tónleikarar at leggja leiðina framvið og geva teirra íkast, umframt at rennarin og undangongumaðurin fyri renning í Føroyum, Guttorm Sørensen, kemur at greiða frá um hetta seinasta árið, har krabbamein hevur verið fylgissveinur hansara. 
 
Av tí at rennikappingini VK-7 og eisini stórt flogbóltsvikuskifti er í Trongisvági hetta vikuskifti, so hildu vit tað vera júst her, at vit skuldu bjóða fólki at koma á gátt, njóta góðan tónleik, hoyra um avbjóðingina við at fáa staðfest krabba, umframt samsveruna við hvønn annan og ein góðan bita. Umframt alt hetta, verður eisini bjóða við til ein frískan gongutúr, tí tá ið grannakaffi byrjar, so verður farið ein stuttan gongu ella rennitúr niðan til viðarlundina, áðrenn ein kemur oman aftur, og kann seta seg saman við øðrum, at njóta tónleik, mat og felagsskapin.
 
Skráin fyri tiltakið er júst løgd út, og sær hon soleiðis út: 
 
Skráin:
10.15 VK-7 Rennikapping
11.00 Grannakaffi byrjar
11.05 Gongutúrur niðan til Viðarlundina
12.00 Tónleikainnslag við Eyðun Ásason og Eyðun Nolsøe
13.00 Frásøgn: Toprennari og raktur av krabbameini, Guttorm Sørensen
14.00 Tónleikainnslag við Tróndur Enni og Lív Næs
15.00 Grannakaffi endar
Facebook viðmerking