Húsabjálving

1. deildarliðið hjá Suðringum vann 5-0 ímóti ÍF

Suðuroyarliðið vann stórsigur 5-0 í fyrsta dystinum hjá felagsliðinum í 1. deild á Eiðinum í Vági í dag.

Suðuroyarliðið tók seinnapartin leygardagin ímóti ÍF á Eiðinum í Vági.

Talan gjørdist um stórsigur til Suðuroyarliðið, sum vann dystisn 5-0.

Ari K. Poulsen skrivaði søgu, tá hann gjørdist fyrsti málskjútti hjá nýggja felagnum, tá hann skoraði til 1-0.

Teitur K. Mortensen skoraði til 2-0.

Síðani tók Carl Michael Bech yvir – og skrivaði seg eisini inn í søgubøkurnar, sum tann fyrsti sum skoraði hattrick fyri Suðuroyarliðið í 1. deild.

Suðuroyarliðið vann sostatt dystin ímóti ÍF á Eiðinum í Vági 5-0.

Facebook viðmerking