Húsabjálving

TB G 16 steðgaðu SÍ-stimanum

Eftir at SÍ í dag hevði vunnið 5 FM-heitið, varð farið undir seinasta dystin í kvøld í høllini í Trongisvági. Hesin var millum SÍ og heimaliðið TB gentur 16.

TB var við í steypafinaluni fyri 14 døgum síðani, og tá taptu tær tepurt ímóti Fleyr. Men í dag skuldi verða annaðleiðis.

Í stúgvandi fullari høll av tvørafólki og sørvingum, var loftið til tíðir við at fara av høllini – serliga í øðrum setti, sum TB vann 31-29.

TB kom sera væl frá byrjan og vann fyrsta settið heili 25-8, og var tað serliga frálíku servirnar hjá Halldis Michelsen, sum gjørdi munin. Hon servaði frá 8 stigum og helt upp á 19 stig.

Annað settið gjørdist ein sannur gýsari, har liðini skiftus um at vera frammanfyri við endan á settinum, men tað eydnaðist TB at vera omaná, og vunnu tær sum sagt 31-29.

Í triðja settið riggaði alt hjá SÍ, meðan alt steðgaði upp hjá TB. SÍ vann hetta settið 25-14.

Við spenningi var farið undir 4. settið – liðini fylgdust frá byrjan, men so tók TB um endan og vann trygt 25-18.

Settini endaðu 25-8, 31-29, 14-25 og 25-18.

Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan. Besti leikari hjá SÍ var Eva Gunn Niclasssen og hjá TB var tað Halldis Michelsen.

Steyp og heiðursmerki vórðu handa av Søren Bruun frá Suðuroyar Sparikassa.

Hjartaliga tillukku til TB við gullheiðursmerkjunum

Facebook viðmerking