Húsabjálving

Suðringar vunnu 2-1 ímóti ÍF

Ein søguligur dagur við Stórá, tá felags Suðuroyarliðið – Suðringar – seinnapartin tók ímóti ÍF í Effodeildini og vann dystin 2-1.

Dysturin sjálvur var merktur av, at kappingarárið júst er byrjað. Men bæði Suðringar og ÍF vístu tó fótbóltsligar glottar – Suðringar í fyrra hálvleiki, og ÍF í seinna hálvleiki.

Fyrri hálvleikur

Heimaliðið legði út við at trýsta ÍF sera høgt á vøllinum. Og hetta tóktist eisini ørkymla ÍF-leikararnir, sum ikki fingu nógv burturúr fyrstu 45 minuttirnar – annað enn eina “hálva” roynd uppá Suðringa-málið.

Í hinum endanum vóru framatrættaðu leikararnir hjá Suðringum við Jón Krosslá Poulsen á odda ferð eftir ferð framvið. Og tá smáir 10 minuttir vóru farnir endaði uppspæl í høgru síðu við at Jón Krosslá Poulsen fær bóltin inni í brotsteiginum – og Jón ivaðist ikki í, fekk skot á bóltin, og so var støðan 1-0, og áskoðararómurin øgiligur.

Suðringar hildu áfram eftir sama leisti og komu eisini fram til málmøguleikar. Og tá umleið 25 minuttir vóru farnir kom aftur eitt innlegg úr høgru síðu. Hæddað verður móti málinum, ÍF’ariri verja, men so kemur Salmundur Bech framat og “saksar” bóltin í málið til 2-0.

Suðringar kundu havt skorað til 3-0 í fyrra hálvleiki, men hálvleiksstøðan gjørdist 2-0.

 

Seinni hálvleikur

Seinna hálvleik átti ÍF stóran part av. ÍF legði út við væl størri ferð enn í fyrra hálvleiki. Og taktiskar broytingar gjørdu, at teir høvdu lættari við at sleppa framvið høga trýstinum, sum Suðringar framvegis royndu at leggja á útiliðið.

Úrslitið var eisini, at Suðringar sum seinni hálvleikur leið bakkaðu longur og longur aftur á vøllin. Hetta gjørdi eisini, at ÍF fekk alsamt fleiri møguleikar frammanfyri Suðringa-málinum. Tá umleið 75 minuttir vóru farnir eydnaðist tað eisini ÍF at minka um munin, tá Dánjal á Lakjuni fekk hæddað bóltin framvið málverjanum hjá Suðringum, tá teir báðir royndu at røkka bóltin, sum varð spældur inn um Suðringa-verjuna.

Hóast ÍF royndi at trýsta og skapa møguleikar til eitt útjavnandi  mál, so endaði dysturin við 2-1 sigri til Suðringar, sum sostatt fingu 3 stig burturúr hesum søguliga fyrsta dystinum hjá felags Suðuroyarliðnum.

Facebook viðmerking