Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Jón Krosslá Poulsen søguligt fyrsta mál fyri Suðringar

Jón Krosslá Poulsen, sum eftir eitt kappingarár í Víkingi, aftur spælir fyri Suðuroyarlið, skrivaði seg inn í søgubøkurnar, tá hann seinnapartin sunnudagin skoraði fyrsta málið fyri Suðringar í 2-1 sigrinum ímóti ÍF.

Hetta var samstundis 111 málið hjá Jón Krosslá Poulsen í vaksnamannadeildini (í Effodeildini, 1. deild og í steypakappingini) og 41 mál í Effodeildini (bestu deildini).

Í dystinum ímóti ÍF vísti Jón Krosslá Poulsen sínar dygdir sum áleypari. -Alla tíðina vandamikil og málsøkin, og er møguleiki fyri tí, so verður skotið uppá mál. Tað fyrsta skotið í dystinum, tá umleið 10 minuttir vóru farnir, endaði eisini í málinum til 1-0. Jón Krosslá Poulsen hevði eisini fleiri aðrar næskar royndir, bæði skot og hæddara ímóti ÍF málinum.

 

Mynd: Bjartur Vest

 

Facebook viðmerking