Bank Nordik

Rúni Thomsen: Hvat ávirkan hevur fiskivinnu uppskoti á Suðuroynna?

Eg helt tað var bara eg sum hevði ógvuliga torført við at skilja hetta uppskotið, men eg skilji at hvørki løgfrøðingar ella nógv onnur skilja tað ikki. Og sum eg skilji á lagnum, so er tað nokk heldur ikki meiningin.

Men eg havi hug at seta spurnartekin við onkur ting í uppskotinum.

Í fiskivinnu uppskotinum hjá Landsstýrinum stendur

Uppboðssøla av veiddum fiski § 43.
Í minsta lagi 60% av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari, undantikið veiðu, ið er virkað umborð, skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta reglur um, at ávís fiskasløg, ella fiskiskapur, eru undantikin kravinum um at bjóða út á uppboðssølu sambært stk. 1.

Hetta skilji eg sum at 60 % av fiskinum, m.a. toskur, upsi svartkalvi, makrel, sild, svartkjaftur og lodna, sum er veiddur av Føroyskum skipum skal bjóðast út á eini almennari uppboðssølu.

Landsstýrismaðurin sigur í sending R7 07-03 -2017. Hoyrist her

At landsstýrið vil hava meira fisk bjóðaðan út fyri at økja atgongdina hjá fleiri og at tað er ongin trupulleiki um fiskurin fer í bingjum av landinum, um fiskurin er boðin út í Føroyrum.

Eisini stendur í uppskotinum at møguligt er at landað 30% uttanlands.

Hvørja ávirkan vil tað hava á fiskaframleiðsluna í Føroyum og serliga í Suðuroy, tað vil bert tíðin vísa.