Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

BROYTING! Menning í Vági: Tú kanst eisini gera mun !

Vágs kommuna: Vegna veður og avlýsingar á Suðuroyarleiðini er tiltakið flutt til týsdagin 21. mars: Týsdagin 21. mars verður almennur fundur um menning í Vági. Fundurin verður í Miðlatúni og byrjar kl. 19.00.

Við broytingunum í føroyska samfelagnum seinastu ártíggjuni, og ikki minst stóru broytingunum í Suðuroynni, er greitt, at tøk mugu takast fyri at tryggja eina góða gongd inn í framtíðina.

Týsdagin 21. mars verður almennur fundur undir heitinum ”Menning í Vági – tú kanst eisini gera mun !” í Miðlatúni í Vági.

Endamálið við fundinum er at varpa ljós á møguleikarnir fyri at víðka um vinnuliga grundarlagið í nærumhvørvinum, har stig verða tikin fyri at byrja nýggjar vinnur og nýggjar tænastur, soleiðis at fleiri starvsmøguleikar verða skaptir.

Fundurin verður ein aktivur fundur, har fundarfólki aktivt tekur lut í at seta orð á hvørjar nýggjar vinnur og tænastur kunnu skapast í Vági. Á fundinum verða eisini skipaðir arbeiðsbólkar, sum fara at arbeiða víðari við nøkrum av teimum hugskotunum, sum koma fram á fundinum.

Anna B. Samuelsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini bjóðar vælkomin. Dennis Holm, borgarstjóri hevur stutta framløgu um møguleikar og avbjóðingar í Suðuroynni. Bjartur Nolsøe, stjóri á Íverksetarahúsinum, kemur at leiða og skipa fundin.

Vágs kommuna hevur seinastu árini styrkt munandi um íverksetarastuðilsskipanir og sett á skrá menning av nýggjum vinnum og tænastum í Vági, og er hetta tiltakið liður í og eitt framhald av hesum arbeiðinum.

Hevur tú áhuga í verða virkin í virka fyri menning í Vági, ella hevur tú hugskot um nýggja vinnu ella nýggja tænastu, so er at møta upp í Miðlatúni týskvøldið 21. mars kl. 19.

Øll eru hjartaliga vælkomin til fundin, sum er almennur.

 

Vágs kommuna
www.vagur.fo