Múrarafelagið Knáur

Metgott ár hjá Tangavirkinum

Árið 2016 var eitt metgott ár hjá Tangavirkinum í Vági.

Bruttovinningurin var stívar 11 mió kr, sum er góðar 2 mió kr meira enn í 2015.

Starvsfólkini kostaðu 6,2 mió kr í mun til 5,4 árið fyri.

Úrslitið áðrenn skatt var 4,3 mió kr í mun til 2,5 mió í 2015.

Tangavirkið, sum er fyritøka innan HVS við heimstaði í Vági, selur, framleiður og monterar alt innan hita, vatn, sanitet, ventilatión við meira, sigur heimasíðan.

Ongin langfreistað skuld er, og tí ongar rentuútreiðslur. Og fyritøkan er væl fyri við eini eginogn uppá 15 mió kr.

Kelda: vp.fo

Facebook viðmerking