Húsabjálving

Høvuðsstaðurin tekur meir enn helvtina av øllum fólkavøkstrinum

Hagstova Føroya: Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum feb. 2016 – jan. 2017. Nógv størsti vøksturin var í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið vaks við 396, svarandi til 2,1%. Hetta er meir enn helvtin av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í tali koma síðani Eysturoyar og Norðoya sýslur við ávikavist 139 og 78 fólkum, svarandi til 1,2 – 1,3%. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Vága sýslu við 2,2%. Minsti vøksturin var í Suðuroy við bert 0,3%.

Vøkstur í 21 kommunum, óbroytt og minking í 9

Fólkatalið veksur í 20 kommunum, er óbroytt í einari og minkar í 9 kommunum. Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 396 fólkum – hetta er 53% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Merkisvert er, at ein av teimum 9 kommunum, har fólkatalið minkar, hóast tað ikki er nógv, er Runavíkar kommuna, tann triðstørsta í landinum.


Vøkstur í flestu oyggjum, eisini í fleiri útoyggjum 

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum. Í fleiri av útoyggjunum veksur fólkatalið eisini: Fugloy við 3, Svínoy við 4, Hestoy við 4 og Stóra Dímun við einum. Í Mykinesi og Skúvoy er ongin broyting, meðan fólkatalið minkar í Kalsoy við 9, Nólsoy við 6 og Skúvoy við 1 fólki.


Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Facebook viðmerking