Bank Nordik

Kjølurin á nýggju Royndini Fríðu strektur

Vágs Kappróðrarfelag er eitt felag, sum er í stórum vøkstri. Tað eru nógv ár síðani at so nógvir rógvarar hava verið virknir í felagnum, og er talan um bæði vaksnar rógvar, ung og barnaróður.

Vágs Kappróðrarfelag hevur eisini gjørt av at byggja nýtt 5-mannafar, eina nýggja Royndina Fríðu, og er kjølurin nú strektur. Tað er Sámal Hansen, bátasmiður í Runavík, sum smíðar Royndina Fríðu, og er ætlanin, at nýggja Royndin verður latin Vágs Kappróðrarfelag í apríl.

Nú kappróðrarárið spakuliga nærkast er greitt, at 6 manningar fara at kappast fyri Vágs Kappróðrarfelag róðrarárið 2017.