Bank Nordik

Mótmæla fiskivinnuuppskotinum

Vinna og arbeiðarafeløg í Suðuroyar norðaru hálvu mótmæla hvassliga uppskotinum hjá samgonguni um eina fiskivinnunýskipan.

Í mótmælinum skriva tey: Undirritaðu feløg vilja hervið mótmæla ætlanunum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í uppskotinum av fiskivinnuni, sum umfata áseting av kvotum, og at tvinga 60% av veidda fiskinum yvir uppboðssølu.

Kvotu nøgdin og tvungin uppboðssøla, vil taka grundarlagið undan fiskivinnuni í bygdasamfelagnum í Hvalba.

Tí heita vit á okkara fólkavaldu umboð á løgtingi, um ikki at taka undir við verandi uppskotið, men heldur taka vinnuna uppá ráð, í komandi broytingum.

Yvirlýsingin er undirskriva av: Arbeiðskvinnufelagnum Roynd, Arbeiðsmannafelagnum Roynd, Fiskepigernes Fagforening, Fylking, P/F Steintór, P/F Niels Pauli, P/F TG Fish, TG Seafood og Delta Seafood