Húsabjálving

Urtagarðsskeið í Vági – tilmeldingarfreistin er longd!

Tilmeldingarfreistin til urtagarðsskeiðið, sum verður í Vági 1. apríl er longd til 24. mars.

Bæði roynd og óroynd kunnu fáa nakað burtur úr skeiðnum. Lært verður at sáa sínar egnu plantur. Plantur man sjálvur hevur sátt, eru ofta meiri harðførar. Summarblómurnar blóma longur, og við at forspýra inni fáast plantur, sum annars ikki trívast so væl í stutta føroyska summarinum, at vaksa. Lena og Eva, sum hava skeiðið, hava stóra vitan um hvat fæst at vaksa í Føroyum. Tað einasta, ið krevt, er ein hugur at røkja planturnar inntil tær skulu út í urtagarðin, og bíða bara; tá tað byrjar at spýra (eftir heilt fáum døgum fyri fyrstu planturnar), verður tú nokk bitin og fer spent/ur dagliga at fylgja við gongdini hjá plantunum.

Kostnaður er 300,- um antin blómur ella grønmeti/kryddarurtir verður valt. Tá eru íroknað uml. 24 sløg av fræum, mold og kaffi. Um man vil til bæði blómur og grønmeti/kryddurtir er kostnaðurin 500,- tá írokna uml. 2 x 24 sløg av fræum, mold og kaffi.

Tilmelding er hjá Lenu á lena@e-post.fo, tlf 217841, hjá Siri á siriaand@hotmail.com, tlf 227844 ella hjá Visit Suðuroy á info@vagur.fo, tlf. 239390. Viðmerk um tú vilt luttaka kl. 10 ella 13, tína teldupost-adressu og tlf.

 

Facebook viðmerking