Húsabjálving

Missiónsvikuskifti í Sandvík

Komandi leygarkvøld kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 18.00 skipar Heimamissiónin í Suðuroy fyri møtum í Sandvíkar kirkju. Tað verður Pól Johannesen trúðboðari í norðoyggjum, sum kemur at tala bæði kvøldini.

Leygarkvøldið syngur Mansbólkurin og sunnukvøldið Streingjakórið í Porkeri.

Seinra kvøldið verður møguleiki at stuðla arbeiðinum hjá Heimamissiónini við eini peningagávu, og eisini verður ein drekkamunnur at fáa.

Facebook viðmerking