Húsabjálving

Rokmikið vikuskifti hjá TB Flogbólti

Okkara virkna og dugnaliga flogbóltsfelag hevur enn einaferð gjørt eitt ordiligt hál norðanfjørðs. Hesaferð eru tað yngru liðini, ið veruliga hava víst hvør dugur er í teimum. Armarnir eru enn ikki komnir niður eftir steypasigurin hjá bestu kvinnudeildini, steypasilvurið hjá gentum 16, FM hjá gentum 16 og FM-silvurinum hjá dreingjum 14, áðrenn tey yngstu settu sær fyri at gera eldra ættarliðnum kynstrið eftir.
Ikki færri enn 6 gullmedaljur, 2 silvur og 3 bronsumedaljur koma tey suður við Smyrli í kvøld kl. 23:15. Úrtøkan sær soleiðis út:
Level 0- TB b gull, TB c silvur, TB a bronsu (útibarnag. og 1 fl)
Level 1- TB a gull, TB b gull, TB c silvur (2 fl)
Level 2- TB a gull, TB b gull, TB c bronsu (3 fl)
Level 4- TB a gull, TB b bronsu (4 fl)
Eitt einastandandi avrik, ið vissar okkum um, at ikki bara nútíðin, men eisini framtíðin, sær sera bjørt út hjá okkara flogbóltsfólki. Tvøroyrar Kommuna vil ynskja TB-flogbólti hjartaliga til lukku við enn nøkrum megnar avrikum – vit eru sera stolt av tykkum og ynskja tykkum alt tað besta.
Vit fara at hátíðarhalda flogbóltsárið á serligan hátt, tá allur flogbólturin er liðugur og er tað ein dagur vit gleða okkum til.
Enn einaferð – hjartaliga til lukku!

Facebook viðmerking