Múrarafelagið Knáur

1. Deild: Suðringar-Giza Hoyvík 2-2

1. Deildarliðið hjá Suðringum tók leygardagin ímóti Giza Hoyvík á Eiðinum í Vági.

Talan gjørdist um javnan og spennandi dyst. 

Teitur Midjord legði í 32. minutti Suðringar á odda 1-0, og var hetta eisini hálvleiksstøðan.

Smáar fimm minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Daniel Hansen fyri Giza Hoyvík. Og tá 2 minuttir vóru eftir av dystinum skoraði Niklas Fríði Jacobsen til 2-1 til Giza Hoyvík, men í seinasta minutti javnaði Tóki K. Mortensen til 2-2.

Sostatt endaði dysturin við javnleiki 2-2.

1. Deildarliðið hjá Suðringum hevur sostatt 4 stig eftir tvey umfør, og er á 2. Plássi í 1. Deild.

Facebook viðmerking