Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Suðringar á odda í Effo-deildini

Við 1-0 sigri á 07 Vestur í Sørvági í dag hava Suðringar lagt seg á odda í Effodeildini. Felagsliðið er einasta lið sum hevur fulla úrtøku eftir tvey umfør í Effodeildini.

Tað var Poul Ingason sum skallaði Suðringar á odda 1-0 tá 18 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Málið kom eftir horna.

Sum skilst gekk javnt á í Sørvági, bæði liðini høvdu sínar málmøguleikar, men tá Smyril loysir í Havn í kvøld, verður tað við øllum trimum stigunum við umborð.

Sera góð byrjan til nýggja felagsliðið í Suðuroynni, sum næsta dyst skal spæla ímóti EB/Streymi við Margáir.

Myndina tók Rúni Thomsen.

Facebook viðmerking