Múrarafelagið Knáur

Geir Magne Røvik verkætlanarleiðari á fyrsta Føroyska víkingaskipinum

2. januar 2017 undirskrivaðu felagið Víkingaskipið og bátasmiðurin Geir Magne Røvik samstarvsavtalu, og sostatt verður Geir Magne Røvik verkætlanarleiðari á fyrsta Føroyska víkingaskipinum.

 
Felagið Vìkingaskipið hevur undirskrivað samstarvsavtalu við bátasmiðin Geir Magne Røvik úr Tønsberg, Noreg, sum kemur at verða verkætlanarleiðari, og standa fyri byggingini av skipinum.

Um Geir Magne Røvik:
Geir Magne Røvik er útlærdur bátasmiður frá “Båtbyggerskolen Rognan” í Saltdal, Nordland, og hevur arbeitt sum bátasmiður síðani 1979. Hann var ein av stovnarunum, og dagligur leiðari hjá Stiftelse Nytt Osebergskip til og við desembur 2014, og hevði høvðusábyrgdina av byggingini av Saga Oseberg, sum varð sjósett 20. Juni í 2012.

Geir Magne Røvik var somuleiðis við í undan-verkætlanini til Saga Oseberg, har funnið var fram til feilin við upprunaskipinum, og hví fyrra kopi-skipið “Dronningen”, sakk undir royndarsiglingini í apríl 1988.

Eftirfylgjandi hevur hann arbeitt við endurskapanini og byggingini av Klåstadskipet sum eisini verður bygt í Tønsberg, Noreg.

Í løtuni starvast hann á egnari bátasmiðu á Nøtterøy.

Afturat Geir Magne Røvik koma aðrir bátasmiðir at verða við í byggingini av føroyska víkingaskipinum. Tað verður eftir ætlan ein samanrenning av føroyskum og útlendskum kreftum.

Facebook viðmerking